NORRÖNA

 

BRT 36.000   FERÐ 21 kn
LONGD 164 m   FERÐAFÓLK 1.482
BREIDD 30 m   BILAR 800

 

Tá Smyril Line yvirtók Norrönu í apríl 2003, byrjaði samstundis ein nýggjur kapittul í søguni hjá felagnum, sum hevur røkt rutusigling á Norðuratlantshavi síðani 1983. The North Atlantic Link, sum rutan millum Ísland, Føroyar, Hetland, Noreg og Danmark nevnist, hevur síðani 1984 verið einasta ferjusamband millum evropeiska meginlandið og Útnorður.

 

Rutan er væl umtókt, og alsamt fleiri velja at ferðast á The North Atlantic Link. Smyril Line avgjørdi tí um túsundáraskiftið at byggja eina cruise-ferju við øllum nútíðar hentleikum. Luksuskømur, stór handilsøki, góðar matstovur, barrir, dansihøli, spælipláss til børn, svimjihylur, venjingarhøll o.s.fr. eru karmar, sum geva teimum ferðandi alskyns møguleikar at njóta frítíðina um borð á Norrönu.

 

Norðuratlantiska cruise-ferjan varð bygd á Flender Werft í Lübeck í Norðurtýsklandi, har hon varð sjósett tann 24. august 2002.  Cruise-ferjan varð gjørd liðug innan frá september í 2002 til februar 2003, tá hon fór royndartúrin.

 

Norröna varð latin Smyril Line 7. apríl 2003, og 8. apríl fór hon jomfrútúrin úr Týsklandi við kós ímóti Føroyum, har hon varð sett í rutusigling tann 10. apríl 2003.

 
Matur umborð
    
Tráðleyst internet umborð